top of page

 Lisa Hendriksdóttir

 dóttur, systir, mamma, vermamma, mostir, omma, vinkona, lærari og listafólk

Eg eri fødd og uppvaksin í Havn. Havi fingið trý sera fitt børn, og trý fantastiska deilig ommubørn. Míni verbørn eru eisini sannar gávur. Elskaða mamma mín doyði í februar 2017 av óhugnaligu sjúkuni, ALS, sum hon fekk staðfest í august í 2015. Tíbetur havi eg pápa enn. Hann er fyrimyndarliga raskur og ætlar sær at gerast 100 ár. Eg eigi eina fantastiska fitta systir, sum býr í Norra, og frá henni fekk eg tríggjar serstakliga fittar systirsynir.

Eg havi frá barni av elskað at gera mat, elskað at skapa og vera kreativ. Tá eg máli hvørvur tíðin, og eg fari á ferð inn í hugaheim.

Tað er tað allarbesta eg veit um - at ferðast og flyta seg frá stað til stað, allastaðni.Heima, úti og í huganum.

Við hesi heimasíðu ynski eg at vísa míni verk. Um áhugi er at keypa og ella bíleggja eitt portrett ella okkurt ávíst ynski, kunnu tit skriva til mín við at trýsta á pennin 

bottom of page